HM-landsliðið tikið út

HM-landsliðið tikið út
Sekstan spælarar eru tiknir út til føroyska U21-landsliðið, sum skal spæla um heimsmeistaraheitið í hondbólti seinni í juni
Elias á Skipagøtu er størsta navni á føroyska U21-landsliðnum, sum skal til HM
Mynd: Bjarni Rubeksen  
 
06.06.2023 - 12:38

Elias Á Skipagøtu, Hákun West av Teigum, Pauli Mittún og Pauli Jacobsen.

Stóru hondbóltsnøvnini eru við á U21-landsliðnum, sum skal spæla við um heimsmeistaraheitið í Týsklandi seinni í juni.

Sum væntað, er Óli Mittún ikki við í hópinum. Hann skal umboða Føroyar á U19-landsliðnum, sum eisini skal til HM-endaspæl seinni í summar.


Spania og hini trý

Føroyar skulu royna at spæla seg víðari ímóti Spania, Japan og Angola, sum eru hini londini í føroyska bólkinum.

 - Vit vita ikki so nógv um Angola, men Japan eru vanliga lítlir og fintusterkir, og slíkum liðum hava vit havt trupulleikar av fyrr. Tað sigur seg sjálvt, at Spania er favorittur, men eg tori væl at siga, at vit eru klárir favorittar at taka 2. plássið, segði vonguri,n Hákun West av Teigum, eftir lutakastið í januar.

Fyrsti dysturin verður 20. januar ímóti Angola. Tveir dagar seinni eru japanar mótstøðumenn, áðrenn bólkaspælið endar við braki ímóti favorittunum úr Spania, sum vunnu EM-endaspælið fyri U20-landslið í fjør, tá Føroyar endaðu nummar 10. Tvey lið sleppa víðari úr bólkinum.


Síðsti dansur hjá 02-árganginum

Fleiri av spælarunum á U21-landsliðnum teljast longu millum lyklaspælararnar á A-landsliðnum, sum skal spæla EM-endaspæl í Týsklandi í januar. Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, sum báðir verða at síggja í bundesliguni næsta kappingarár, eru størstu nøvnini, men hóast størri uppgávur bíða, taka teir U21-uppávuna í størsta álvara.

 - Vit hava sæð hasa Michael Jordan-seriuna, The Last Dance, og vit siga, at hetta er The Last Dance hjá U21-landsliðnum, so vit gleða okkum øgiliga nógv og ætla at enda við einum braki, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu í januar.
 

Føroyski hópurin:

Málverjar

Pauli Jacobsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur
Janus Dam Djurhuus, ÍBV
Pauli Høj, Neistin

Høgri vengur
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold
Bogi Hansen, H71

Strikur
Kristian Jensen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, Neistin

Bakspælarar
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne
Sveinur Olafsson, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Ovi Lützen, Neistin
Kristoffur Bjørgvin, VÍF
Brian Slyne, KÍF

Dystarskrá, innleiðandi
Týsdagin 20. juni kl. 10.00: Føroyar – Angola
Hósdagin 22. juni kl. 10.00: Føroyar – Japan
Fríggjadagin 23. juni kl. 19.15: Spania – Føroyar



Pauli Jacobsen, sum nú fer úr H71 til HØJ í Danmark, er við í U21-landsliðshópinum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896