Rúsevni: Tollvaldið eigur at fáa meira pening

Rúsevni: Tollvaldið eigur at fáa meira pening
Politikarar halda, at politi og tollvald gera tað, tey eru ment, men tollvaldið eigur at fáa meiri pening til munadygt eftirlit
Hesi fýra søgdu sína hugsan í Breddanum um politi og tolleftirlit í sambandi við vaksandi innflutningin av rúsevnum.
 
02.06.2023 - 10:42

Politikarar halda, at eftirlitsmyndurleikar sum politi og tollvaldið gera alt tað, tey eru ment, at hava eftirlit við, hvat verður flutt inn av rúsevni til Føroya.

Somuleiðis eru teir á einum máli um, at tollvaldið skal hava meiri pening til at fáa eitt nú nýmótans kt-skipanir til at gera eitt munadygt eftirlit. 

Breddin hevði fyrrapartin Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, sum er forkvinna í fíggjarnevndini, Honnu Jensen úr Framsókn og Eirik í Jákupsstovu, Tjóðveldi, sum eru limir í fíggjarnevndini, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum og limur í rættarnevndini, til eitt orðaskifti um smugling av rúsevnum til Føroya.

Hoyr innslag her:

 

02062023_POlitikarar_og_tollvaldid

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791