Sí myndirnar: Reiley var eitt hitt í Eurovillage

Eurovision-fjepparar og íbúgvar í Liverpool vóru í gjárkvøldið savnað í fjepparaøkinum Eurovillage niðri við Mersey ánna at hyggja at seinnu Eurovision-hálvfinaluni, har havnarmaðurin Rani Petersen sang og framførdi.

Teir fýra Beatlarnir stóð har stoyptir í bronsu millum fólkini. 

Og um Eurovillage slapp av bestemma, so kom Rani Petersen, sum flest kenna sum Reiley, so syngjandi í finaluna. 

Hýrurin var av tí besta millum teir tíggjutúsundtals áhoyrararnar í Eurovillage, tá ið Reiley, sum fyrsti føroyingur nakrantíð, trein á Eurovision-pallin.  

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Føroysk fløgg vóru eisini at síggja millum áhoyrararnar í Eurovillage, har tað kunnu vera 25.000 fólk savnað.

Hesin fjepparin var úr Noregi og hevði keypt Merkið á Ebay.

Um hetta føroyska flaggið eisini er keypt á Ebay er ikki greitt, men tað hevði so funnið sær vegin til Liverpool á bakinum á einum føroyingi.

Jacob Mouritz Olsen, Joan Heinesen og hini eru durkdrivnir Eurovision-fjepparar, og tey høvdu sjálvandi eisini leitað sær til Livepool, nú ein føroyingur fyri fyrstu ferð var við í Eurovision. 

Stórskíggjarnir í Eurovillage og stóra anleggið góvu fólki eina heilt aðra uppliving av framførsluni hjá Reiley av "Breaking My Heart" enn sjónvarpshyggjararnir fingu. 

Ljóðið kom ivaleyst beinleiðis frá Liverpool Arena, sum hýsir ársins Eurovision-sangkapping, nú tað ikki bar til hjá Ukraina at hýsa kappingini orsakað av krígnum. 

Pallsetingin av "Breaking My Heart" tók seg sera væl út á stórskíggjunum í Eurovillage. 

Føroyski fjepparaskarin hjá Reiley í Eurovillaga hevur røtur í Klaksvík. Frá vinstru eru tað Joan Heinesen úr Klaksvík, Thomas Auböck úr Eysturríki, sum býr í London, og Jacob Mouritz Olsen úr Klaksvík, men býr í Keypmannahavn. 

Anna Maria Andreasen úr Klaksvík, sum býr í Viborg, er eisini við í ferðalagnum. 

Fólk støðu sum sild í tunnum í Eurovillage og eygleiddu Reiley og seinnu Eurovision-hálvfinaluna. 

Tað var ein stór løta fyri føroysku Eurovision-fjeppararnar, tá ið Reiley trein inn á Eurovision-pallin sum fyrsti føroyingurin nakrantíð. 

Tað bleiv til eitt lítið "heartbrek" fyri Reiley og okkum føroyingar, at hann ikki kláraði at koma í finaluna. 

Sjálvur dvøldi Rani Petersen, sum Reiley veruliga eitur, ikki leingið við vónbrotið. 

Reiley_til_net

 

Er kopiera