EM 2024: "Dreymurin er at hitta eitt norðurlendskt lið"

EM 2024: "Dreymurin er at hitta eitt norðurlendskt lið"
Strikuspælarin á landsliðnum, Helgi Hildarson Hoydal, vónar, at Føroyar enda í bólki við einum norðurlendskum liði, tá EM-endaspælið í hondbólti fer av bakkastokki í januar
Helgi Hildarson Hoydal stutt eftir, tað var greitt, at Føroya høvdu vunnu sær luttøku til EM-endaspælið.
 
10.05.2023 - 13:26

Um góðar tríggjar tímar fæst greiðu á, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti til EM-endaspælið í hondbólti, sum verður í januar í Týsklandi. 

Strikuspælarin á landsliðnum, Helgi Hildarson Hoydal, er sum vera mann spentur til lutakastið. Men øll mótstøða er torfør mótstøða, ásannar Helgi.

"Tað er torført at velja eitt dreymamótstøðulið, tí tað leggur enn meira trýst á okkum at avrika og vinna", sigur Helgi Hildarson Hoydal. "Tað eru bara góð lið við, men vit høvdu verið glaðir, um vit til dømis endaðu í bólki við Bosnia", sigur hann. 

Sjálvur hevur hann ongan dreymabólk, men kortini eru nøkur mótstøðulig hægri á ynskilistanum enn onnur. Serliga eru tað norðurlendsku liðini, sum standa ovaliga á ynskilistanum. 

"Mín dreymabólkur hevur okkurt norðurlendskt lið við. Ísland hevði mær dámað væl at spælt ímóti og eisini Norra, kanska serliga tí eg spæli í Norra í løtuni", sigur Helgi Hildarson Hoydal. 

 

Kringvarpið sendir beinleiðis frá lutakastinum

Og tað verður seinni í dag, at mótstøðuliðini hjá Føroyum skulu finnast.

Lutakastið til EM-endaspælið byrjar klokkan 16.30, og tað verður í Düsseldorf í Týsklandi, sum eisini er vertur fyri sjálvum endaspælinum.

Kringvarpið sendir frá lutakastinum beinleiðis í sjónvarpinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896