Eurovision-fepurin herjar í Liverpool

Eurovision-fepurin herjar í Liverpool
Allir ælabogalitir seta í hesum døgum sín dám á enska havnarbýin Liverpool, nú fyrra Eurovision-hálvfinalan verður í kvøld. Føroyski Rani Petersen skal á pallin hóskvøldið
Rani Petersen í leiklutinum sum Reiley sunnudagin, tá allir Eurovision-luttakararnir vístu seg fram í miðbýnum í Liverpool
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
09.05.2023 - 11:38

Niðurteljing til fyrstu føroysku luttøkuna í Eurovision-sangkappingini nakrantíð er av álvara byrjað. 

Í kvøld verður fyrra av tveimum hálvfinalum í Liverpool Arena, ið liggur dygst út til sjálva Mersey-ánna. 

Tað er ikki ov nógv sagt, at miðbýurin í Livepool suðar av lívi, tí fólk úr øll heiminum eru komin til heimskenda enska tónleikabýin at vera við í stóru Eurovision-veitsluni. 

 

Reiley fer á pallin hóskvøldið

Tað, ið hevur mest áhuga fyri føroyingar, er sjálvandi seinna hálvfinalan hóskvøldið, tá føroysk tónleikasøga verður skrivað. 

Rani Petersen úr Havn, ið framførir tónleik undir navninum Reiley, verður nevniliga fyrsti føroyingur nakrantíð, ið stígur inn á Eurovision-pallin, við sanginum "Breaking My Heart". 

Rani Petersen vann sær atgongdina til lovaða Eurovision-landið, tá hann fyrr í ár vann danska Melodi Grand Prix. 

Føroyar og Kringvarp Føroya eru enn ikki limir í Eurovision Broadcasting Union, EBU, sum er felagsskapurin fyri Public Service-støðir, og tí noyðast føroyingar enn gjøgnum Danmark og Danmarks Radio, um teir vilja við í Eurovision. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, verður í Liverpool til Eurovision, og ætlanin er at royna at virka fyri, at Føroyar sleppa við í Eurovision-sangkappingina sum sjálvstøðugt land. 

 

Byrjaði í 1956

Eurovision-sangkappingin byrjaði í 1956, tá sjey lond luttóku í kappingini, sum bleiv hildin í Lugano í Sveits. Hesi sjey londini vóru Holland, Sveis, Belgia, Týskland, Frakland, Luksemburg og Italia.

Danmark og Eysturríki ætlaðu at taka lut, men vóru ov sein at senda umsóknirnar inn. 

Tað var italski Sanremo tónleikafestivalurin, ið fyrstu ferð varð fyriskipaður í 1951, sum var fyridømi fyri Eurovision-sangkappingina.

Endamálið við Eurovision var upprunaliga at læra seg at senda sjónvarp beinleiðis og at stimbra tøkniligt samstarv tvørtur um londini í Evropa. 

Lys Assia úr Sveis vann fyrstu útgávuna av Eurovision-sangkappingini við sanginum "Refrain". 

Síðani er Eurovision-tónleikakappingin bara vaksin og vaksin. Serliga í kjalarvørrinum av, at gamla Sovjetsamveldið fór í upploysn, vaks hon skjótt. 

Hetta viðførdi, at avgjørt bleiv at hava eina undankapping í 1996, og í 2004 kom skipanin við tveimum hálvfinalum. 

Luttøkumetið bleiv sett í 2006, tá 43 lond vóru við.  

 

Kemur Reiley í finaluna?

Fyrireikingar til Eurovision hava verið í gongd í eina viku, tá fyrstu royndirnar vóru.

Og sunnudagin vístu allir luttakararnir seg fram á langmottu, ið var rullað út í miðbýnum í Liverpool.

Stóri spurningurin í løtuni tykist vera, um Reiley fer at megna at synga bæði seg og Danmark í Eurovision-finaluna, sum verður leygarkvøldið.  

Dúgliga verður gitt um, hvussu ymisku luttakandi londini fara at klára seg, og í samlaða yvirlitinum hevur Reiley og "Breaking My Heart" ligið á 30. plássi leingi. 

Men í einari meting yvir seinnu hálvfinaluna liggur Reiley til at megna at klóra seg innum til finaluna, tí tá liggur Danmark á 10. plássi, sum er síðsta plássið, ið gevur atgongd til finaluna. 

 

KVF er í Liverpool

Spennandi verður at fylgja Rana Petersen og hansara roynd at hertaka Evropa. 

Kringvarp Føroya er til staðar í Liverpool og fer at dekka fyrstu føroysku luttøkuna í Eurovision á øllum pallum hjá KVF. 

Eitt nú verður sent beinleiðs úr Liverpool í Góðan morgun Føroyum bæði mikumorgunin og hósmorgunin. 

Her á heimasíðuni ber eisini til at fylgja við. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982