- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur tryggjað sær pláss í EM-kapping
Hevur tryggjað sær pláss í EM-kapping
Sverri Sandberg Nielsen vann í gjár silvur í finaluni í World Cup-kappingini í Zagreb
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sverri_snok.jpg?itok=AatjjODx)
Sverri Sandberg Nielsen gjørdist nummar tvey í gjár, og hann hevur tryggjað sær pláss í EM-kappingini.
Mynd: Balint Czucz
08.05.2023 - 13:45
Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, tryggjaði sær í gjár pláss í EM-kappingini í Slovenia um tríggjar vikur, tá ið hann vann silvur í finaluni í World Cup-kappingini í Zagreb.
Sverri rør einskullara fyri Danmark.
Tað eru tvey ár síðani, at Sverri róði kapp seinast. Tað var, tá hann róði í OL í Tokyo í 2021.
Í gjár vann týskarin, Oliver Zeidler, við tíðini 6.46.82, og honum á baki kom Sverri Sandberg Nielsen við tíðini 6.49.40.
Málið hjá Sverra Sandberg Nielsen til EM-kappingina er at vera uppaftur nærri týskaranum.
Hoyr samrøðu við Sverra Sandberg Nielsen í útvarpstíðindunum:
08052023_Sverri_Sandberg_Nielsen
EM-kappingin verður vikuskiftið 26. - 28. mai í Slovenia.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV