Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sverri kappast um EM-pláss
Sverri kappast um EM-pláss
Sverri Sandberg Nielsen og Bastian Secher rógva um vikuskiftið í ársins fyrstu World Cup-stevnu í Zagreb. Plássið í danska EM-einskullaranum stendur upp á spæl
Mynd: Balint Czucz: roning.dk
04.05.2023 - 11:54
Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nilsen, rør um vikuskiftið í fyrstu World Cup-stevnuni í ár.
Liðfelagin á danska landsliðnum, Bastian Secher, verður eisini við, og teir báðir kappast um plássið í danska EM-einskullaranum.
Tann av teimum, sum stendur seg betur í Zagreb, skal nevniliga umboða Danmark til evropameistaraheitini í Slovenia í summar. Tilsamans rógva 25 bátar í sonevnda M1x-flokkinum
Ítróttastjórin í danska róðrarsambandinum, Thor Jull Kristensen, fegnast um at hava tveir somikið sterkar rógvarar við til kappingina.
- Eg havi stóra virðing fyri arbeiðnum, sum Sverri og Bastian hava gjørt á venjingarlegum og á maskinunum í vetur, og vóni, at báðir tveir onkursvegna sleppa til OL í París, sigur hann.
- Vit hava sett teir í eina trupla støðu, har teir ikki fáa vissu fyri EM-luttøkuni, fyrr enn lutfalsliga seint, og tað kann verða ringt, hóast tú ert ein royndur rógvari. Teir vilja báðir til EM, og tí hevur hendan stevnan stóran týdning.
Liðfelagin og kappingarneytin hjá Sverra Sandberg Nielsen á danska landsliðnum, Bastian Secher
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV