- Tíðindi, mentan og ítróttur
Chr. í Grótinum landað størstu svartkjaftalast í Noregi
Chr. í Grótinum landað størstu svartkjaftalast í Noregi
Tey 3.500 tonsini vóru seld fyri 6,5 milliónir kr. í okkara peningi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/christian_i_grotinum-5.jpg?itok=zckDfUIv)
Christian í Grótinum hevur gjørt ein roktúr eftir svartkjafti. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
03.05.2023 - 17:50
Christian í Grótinum hevur júst gjørt ein roktúr eftir svartkjafti, og hetta er størsta last av svartkjafti, sum higartil er løgd upp í Noregi.
Lastin var sløk 3.518 tons, og virðið á lastini var 6,5 milliónir krónur í okkara peningi.
Hoyr samrøðu við Boga Rasmussen, skipara á Christiani í Grótinum:
03052023_Chr__i_Grotinum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV