Myndareportasja: Nato-venjing við Føroyar

NATO herflotavenjingin Dynamic Mongoose er í hesum døgum. Venjingin byrjaði í Noreg, og endar um eina viku í Íslandi. Endamálið er at gerast betur til at finna og eymerkja kavbátar í skiftandi umhvørvum. Í gjár vóru fjølmiðlar bjóðar umborð eitt av skipunum, at fylgja venjingini.


Myndir:  © Bjarni Árting Rubeksen

Danska frigattin HDMS Niels Juel kom inn á havnarvág eftir fjølmiðlafólkum og innbodnum gestum.


Stjórin á sjóbjargingarstøðini MRCC og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum vóru millum tey, sum vóru boðin umborð at síggja venjingarnar.

Manningin heilsaði tá gestirnir komu umborð.

Fútin og ríkisumboðið vóru eisini millum gestirnar.

Skipsovastin heldur eitt vakið eyga, meðan hann navigerar millum skip og bátar á veg eystur um Nólsoy.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum í djúpari samrøðu við undiradmiralar Thorstein Marx og Stephen Mack, úr ávikavist Týsklandi og USA. Marx er ovasti fyri skipini og lufteindirnar undir venjingini, meðan Mack er ovasti fyri kavbátarnar.

Umboð fyri Arktisk Kommando í Føroyum vóru eisini umborð og fylgdu venjingunum. Tað mátti kikast langt eftir kavbátunum. Teir vóru ongastaðni at síggja.

HDMS Niels Juel er eitt væl vápnað skip. Hetta eru torpedorørini.

Niels Juel er eisini vápnað við missilum.

Fólk úr fleiri NATO londum vóru umborð á HDMS Niels Juel. Royal Marines Commando eru herdeildir úr Stórabretlandi.


Týska frigattin Mecklenburg-Vorpommern var eisini partur av venjingunum eystanfyri Nólsoy.

Týska frigattin er útgjørd við tyrlu.

Týska tyrlan hevur serliga sonar boyu umborð, sum verður lorað niður í havi, har hon lurtar eftir kavbátum.

Kavbátarnir goymdu seg í bládýpinum.

SeaHawk tyrlan umborð á Niels Juel.

Ein vakur dagur eystanfyri, sum Steen Nørskov, sjefpolitinspektørur avmyndaði.

SeaHawk tyrlan umborð á Niels Juel er serliga útgjørd til leiti-, og bjargingaruppgávur.

Brimil var eitt av fýra skipum, sum vandi eystanfyri Nólsoy sunnudagin.

Mecklenburg-Vorpommern úr Týsklandi, Hvidbjørnen úr Danmark og Brimil silgdu í formatión.

Síðani silgdu tey trý framvið Niels Juel og heilsaðu

Er kopiera