Sandavágur hevur fingið sítt Eiffeltorn

Sandavágur hevur fingið sítt Eiffeltorn
Fiskastykkið og Turkihúsið úti á Gjógv í Sandavági er ein samanrenning millum søgu, arkitektur og nýggjar møguleikar. Og talan er um eina sanna perlu!
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.04.2023 - 14:23


Í 1912 - sama árið, sum Titanic fer í sigling, verður elsti parturin av turkihúsinum úti á Gjógv í Sandavági tikin í nýtslu. Og nú, eini 110 ár seinri, er verkætlanin við teimum trimum vinnubygningunum og fiskastykkinum hjá Jegvani Elias Thomsen komin á mál.

Og talan er um bæði varðveitslu og nýhugsan í einari verkætlan, har ið fortíð, nútíð og framtíð finna saman.

Tað er teknistovan Kontrast Arkitektar, ið hevur staðið fyri arbeiðinum, og í sendingini greiður Mayfinn Norðoy, arkitektur, frá um hvussu tað hevur verið at arbeitt við hesari sermerktu avbjóðing.

Tað er Atli Gregersen, ið hevur tikið stig til og fíggjað hesa stóru og umfatandi verkætlan. Vit skifta orð við Atla um eitt nú søguna og hví hann hevur tikið hetta stigið.

Vit hitta eisini 82 ára gomlu Lydiu Berg, ið sum ung arbeiddi fisk úti á Gjógv.

Vit hava verið á ferð í bygningunum og úti á fiskastykkinum, og saman við Alberti Isfeld, arkitekti, umrøða og ummæla vit verkætlanina.

Harumframt tosa vit við Jónleyg Joensen, ið er dagligur leiðari, Anne Havbo, tænara, og Sonna Zachariassen, kokk.

Tú kanst hoyra frásøgnina her!

1593776

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878

Meira um sama evni