Á Breddanum: Russisk skip í Føroyum og lønarsamráðingar

Á Breddanum: Russisk skip í Føroyum og lønarsamráðingar
Í sendingini verður spurt, hvat føroyskir myndugleikar gera, nú russisk skip eru undir illgruna fyri at fremja njósnaravirksemi
Russisk skip á Havnini í morgun.
Mynd: Bjarnheðin í Hoyvík  
 
19.04.2023 - 09:29

Eitt russiskt fiskiskip, sum er undir illgruna fyri at fremja njósnaravirksemi, liggur hesi løtu við bryggju í Havn.

Talan er um trolaran, Lira.

Trolarin kom á Havnina mánadagin, júst sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Troels Lund Poulsen, danski verjumálaráðin, sótu á fundi í Tinganesi fáar metrar burturi.

Og tað eru fleiri russisk fiskiskip, sum eftir øllum at døma fremja njósnaravirksemi í norskum øki. Tað er niðurstøðan í nýggjari heimildarsending, sum stóru norðurlendsku sjónvarpsstøðirnar, DR, NRK, SVT og YLE hava gjørt í felag.

Á Breddanum í dag spyrja vit, hvat føroyskir myndugleikar gera við hesa nýggju vitanina.

Seinni í sendingini seta vit stjóranum á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum stevnu á degnum, har Sjúkrarøktarfrøðingafelag Føroya fer til samráðingarborðið.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV