- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neistin bjartari í fyrstu hálvfinaluni
Neistin tók fyrsta hálvfinalustikkið ímóti H71, tá teir bláu vunnu sannførandi á Hálsi í kvøld.
Við Tróndi Kragesteen og Ísaki Vedelsbøl á odda vann heimaliðið 28-21, og er nú ein sigur frá finaluni í Burn-kappingini.
Hoyvíkingar løgdu seg á odda tíðliga, men leiðslan helt ikki leingi. Neistin yvirhálaði tá eitt korter var spælt og varðveitti fyrimunin restina av hálvleikinum.
H71 strevaði seg upp aftur á javnt, tá góð trý korter vóru spæld, men so setti Neistin ferð á aftur, og útiliðið megnaði ikki at fylgja við.
Góða málúrtøkan hevur ongan týdning kortini, tí um H71 vinnur sunnukvøldið, tá liðini aftur hittast, fáa teir ein triðja og avgerandi dyst. Um tað skal henda, skal avrikið vera munandi betri enn í kvøld.
Høllin á Hálsi (Burn-kappingin, fyrsta hálvfinala)
Neistin - H71, 28-21 (11-8)
Toppskjúttar, Neistin: Tróndur Kragesteen 9, Ísak Vedelsbøl 7
Toppskjúttar, H71: Bogi Hansen 8, Niklas H. Hanusarson