- Tíðindi, mentan og ítróttur
420 mál um at brúka fartelefon í bilinum
At brúka handhildna telefon, meðan koyrt verður, er tað sama sum gáloysni í ferðsluni
Politiið skrivaði í fjør 420 mál um fólk, sum brúktu handhildna telefon, meðan tey koyrdu bil.
Higartil í ár eru skrivað 114 mál.
Føroysk hagtøl eru ikki so góð, men hagtøl í grannalondunum siga, at gáloysni er millum vanligastu orsakir til ferðsluóhapp.
Sektin er 1000 kr.
Í dag fer Ráðið fyri ferðslutrygd í samstarvi við Tygd og Betri trygging undir eitt átak um júst gáloysni í ferðsluni, um fartelefonina.
Átakið varar í tríggjar vikur.
Í Føroyum er sektin fyri at brúka handhildna telefon í ferðsluni 1000 kr.
Hon er nógv minni enn í grannalondum.
Eigur at geva klipp
Ráðið fyri ferðslutrygd mælir til at brúka tilmælið í ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019 -2027.
Tilmælið er klipp í koyrikortið fyri at brúka handhildna fartelefon, meðan fólk koyra bil.
Í mars gjørdi Spyr kanning fyri Ráðið fyri ferðslutrygd um telefonvanar í bilinum.
53 prosent søgdu, at tey ongantíð brúka telefonina, meðan tey koyra bil.
30 søgdu sjáldan, 13 prosent viðhvørt, og fýra prosent søgdu seg brúka handhildna telefon ofta, meðan tey koyra.
Fleiri menn enn kvinnur
Serliga tey ungu, tey 18 til 29 ára gomlu, brúka fartelefonina nógv í bilinum.
10 prosent teirra siga seg brúka handhildna telefon ofta.
Kanningin sigur eisini, at fleiri menn enn kvinnur brúka telefonina, meðan tey koyra bil.
Og 52 prosent halda tað vera í lagi at geva klipp í koyrikortið.
46 prosent halda, at sektin eigur at vera størri enn 1000 kr.
Yvirlit yvir politimál fyri nýtslu av handhildnari telefon:
2018: 432
2019: 247
2020: 373
2021: 295
2022: 420
2023: 114 (higartil í ár)