Nú kemur skaðanevndin

Nú kemur skaðanevndin
Játtanin til Ferðslutrygd er hækkað 200.000 kr. til at seta skaðanevnd á stovn
Endamálið við skaðanevndini er at fáa til vega hagtøl og gera skipaðar kanningar um ferðsluvanlukkur. (Savnsmynd)
 
04.04.2023 - 08:30

Skaðanevndin, sum Ráðið fyri ferðslutrygd hevur biðið um í nógv ár, kemur nú.

Sambært broytingaruppskoti frá samdari fíggjarnevnd um uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023, hækkaði játtanin hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd 200.000 kr. til at seta á stovn skaðanevnd.

Eftir fund millum Dennis Holm, landsstýrismann, og Ráðið fyri Ferðslutrygd í februar, eru fyrireikingarnar farnar í gongd.

 

Lovisa Petersen Glerfoss er stjóri í Ferðslutrygd.

 

Hagtøl og skipaðar kanningar

Endamálið við skaðanevndini er at fáa til vega hagtøl og gera skipaðar kanningar um ferðsluvanlukkur.

Hetta skal gera, at aðrar vanlukkur ikki henda.

Aðalmálið hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd er, at eingin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni.

- Skaðanevndin hevur stóran týdning fyri arbeiðið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, segði Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ferðslutrygd, í samrøðu við útvarpið tíðliga í mars mánaði:

 

04042023_RFF_og_skadanevnd

 

 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856