Tey flestu skylda minni enn tvær milliónir

Tey flestu skylda minni enn tvær milliónir
Hóast prís- og rentuhækkingar kroysta sethúseigararnar, verður raðfest at gjalda skuld niður
Hóast sethúsaeigarar sannlíkt eru kroystir fíggjarliga av høgu prís- og rentuhækkingunum seinastu tíðina, verður framvegis raðfest at gjalda skuld niður, sigur Váðaráðið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
31.03.2023 - 15:34

Meginparturin av føroysku húsarhaldunum, ið hava skuld, skylda minni enn tvær milliónir kr., og umleið 10 prosent hava skuld oman fyri tvær milliónir kr.

Húsarhald, ið skylda meira enn tvær milliónir, og samstundis skylda meira enn tríggjar ferðir árligu inntøkuna, eru í miðal 27,8 ára gomul.

Tað stendur í nýggjari frágreiðing frá Váðaráðnum.

 

Raðfesta at gjalda aftur

Hóast sethúsaeigarar sannlíkt eru kroystir fíggjarliga av høgu prís- og rentuhækkingunum seinastu tíðina, verður framvegis raðfest at gjalda skuld niður.

Í januar í ár vóru 95 prosent av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum lán við avdráttum.

Samstundis høvdu 87 prosent av húsarhaldunum broytiliga rentu, og tað merkir, at rentuhækkingarnar ávirka lánsgjøldini hjá teimum flestu.

Hvussu nógv rentuhækkingarnar minka um tøkupeningin, eftir at útreiðslur til rentur og avdráttir eru goldnar, veldst um støddina av skuldini, og hvussu hart fyrispent einstaka húsarhaldið er fíggjarliga, sigur Váðaráðið.   

 

Støðan framvegis góð  

Støðan er framvegis góð í føroyska búskapinum, og eingi tekin eru um afturgongd, tí búskaparligu lyklatølinini, so sum útflutningur, arbeiðsvirkni, arbeiðsloysi og lønargjaldingar, eru framvegis jalig.

Hækkaðu renturnar kunnu tó fara at ávirka prísirnar á bústaðarmarknaðinum, sum eins í mongum øðrum londum, hava stóran týdning fyri bjartskygnið og privatu nýtsluna hjá húsarhaldunum, sum í seinasta enda ávirkar búskapin.

Sethúsaprísirnir eru í fleiri ár á rað hækkaðir skjótari enn inntøkurnar, og í fjør vóru sethúsaprísirnir eisini hægri í miðal enn í 2021, men stóru rentuhækkingarnar seinastu tíðina kunnu elva til eina virðisjavnan av sethúsaprísunum, sigur Váðaráðið í frágreiðingini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Nýggjastu sendingar í SV