- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendskir faðirloysingar fáa einki endurgjald
Grønlendskir faðirloysingar fáa einki endurgjald
Málið er fyrnað, siga danskir myndugleikar
31.03.2023 - 14:02
Tey 26 fólkini í Grønlandi, sum løgfrøðliga eru faðirleys, fáa einki endurgjald úr danska statskassanum, sum tey stevndu statin eftir.
Kravið kom ov seint, tí málið er fyrnað, sigur danska Sosialmálaráðið, sum leggur aftrat, at staturin einki skeivt hevur gjørt.
Kravið, sum kom í juni í fjør, er 125.000 kr. frá hvørjum, tilsamans tríggjar milliónir og 250.000 kr.
Løgfrøðiliga faðirleys eru tey, sum eru fødd uttan fyri hjúnaband og ongan rætt høvdu at vita, hvør pápin er.
Tey kundu tí ikki arva.
Talan er um nøkur túsund fólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV