Ætla at stríðast sum longst

Ætla at stríðast sum longst
"Livilig kor á Tvøroyri" skipaði fyri borgarafundi í gjár, har alternativt uppskot um býarætlan var lagt fram
Hetta eru útbyggingarætlanirnar hjá Varðanum Pelagic, men øll á Tvøroyri eru ikki so fegin um útbygginarætlanirnar.
 
27.03.2023 - 14:26

- Vit ætla at brúka allar møguleikar, vit hava, at kæra til hægri myndugleikar. 

Tað sigur Rósa Heinesen, umboð fyri "Livilig kor á Tvøroyri," nú borgarafundur hevur verið, har alternativt broytingaruppskot um býarætlan var lagt fram, í sambandi við útbyggingarætlanin hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

"Livilig kor á Tvøroyri" mælir til at flyta virksemið yvir um fjørðin. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

27032023_Rosa_Heinesen


Tvøroyar býráð samtykti í februar at broyta byggisamtyktina, so Varðin Pelagic kann byggja út.

Uppskotið um broyttu byggisamtyktina skal liggja frammi alment í minsta lagi í tríggjar vikur, so fólk kunnu mótmæla ella koma við broytingaruppskotum í seinasta lagi seks vikur eftir framløguna.

Landsstýrismaðurin í kommunumálum skal góðkenna broytingina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791