Sí myndirnar: Fiskaðu eftir ungfólki á Glasi

Tørvurin á arbeiðsmegi er risastórur í Føroyum, og tað fekst sjón fyri søgn um á Glasir í Havn í dag. 

Fyrrapartin fluttu 40 fyritøkur, virkir og stovnar inn á Glasir í Havn fyri at hitta tey ungu og vísa teimum á útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1.500 lesandi og 250 starvsfólkum. Eitt upplagt mið. 

Tað krevur yvirblikk, tá ein hægri útbúgvingin og yrkisleið skal veljast, tí møguleikarnir eru nógvir. 

Føroya Politi møtti væl mannað upp. 

Løgreglufólk, sum umboða ymisku virkisøkini hjá politinum, vóru hjástødd. 

Løgreglufólkini vóru í fullum útbúnaði, meðan tey greiddu frá yvirskipaða strategiin fyri Føroya Politi, sum er at virka fyri friði, trygd, lóg og landaskili í føroyska samfelagnum við fyribyrgjandi, hjálpandi og handhevjandi virksemi. 

Grafiska yrki og miðlayrkið eru partur av yrkisútbúgvingunum, og tí var lýsingarfyritøkan Sansir tilstaðar. 

Yrkisútbúgvingar hava sum yvirskipað endamál at geva næmingum fakligan førleika til ávís yrki. Ein yrkisútbúgving tekur vanliga umleið fýra ár, fevnir um bæði skúlagongd og verkliga læru á einum læruplássi.

Yrkisútbúgvingar verða flokkaðar í níggju øki: Byggiyrkið, el- og samskiftisyrkið, flutningsyrkið, grafiska yrki og miðlayrkið, handils- og skrivstovuyrkið, heilsuútbúgvingar, matvøruyrkið og tænastu- og tilvirkisyrkið

Smyril Line hevði spent seg út við ongum øðrum enn Peturi av Vollanum, skipara á Norrønu, fyri at vísa á arbeiðsmøguleikarnar innan fyri í føroyska reiðarínum. 

Er kopiera