Vandi fyri ridluskriða forðar fyri at endurvinna matleivdir

Vandi fyri ridluskriða forðar fyri at endurvinna matleivdir
Landsdjóralæknin sigur, at ridluskriði er í trimum oyggjum í landinum, og helst aðrastaðni við
Nýggj kanning hjá Tórshavnar kommunu vísir, at 55 prosent av húsarhaldsburturkastinum eru matleivdir. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.03.2023 - 13:34

Vandin fyri ridluskriða ger, at tað í løtuni ikki ber til at endurvinna matleivdir í Føroyum og nýta tað sum sankutøð - kompost.

Tað sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.

Nýggj kanning hjá Tórshavnar kommunu vísir, at 55 prosent av húsarhaldsburturkastinum eru matleivdir.

 

Birna Mørkøre er landsdjóralækni.

 

Brennistøðirnar vilja minka henda partin, millum annað við at gera skipanir at savna inn matleivdir og gera sankutøð, sum millum annað kunnu verða nýtt at taða við, men sum nú er, ber hetta ikki til vegna vandan fyri ridluskriða.

Myndugleikarnir vita, at ridluskriði er í trimum oyggjum í landinum, men helst aðrastaðni eisini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08032023_Birna_og_ridluskridi


 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035