- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnaútbyggingin er komin hálva leið
Havnaútbyggingin av Tórshavnar Havn er mett at kosta 465 milliónir krónur, og hon skal eftir ætlan verða liðug í november 2019.
Arbeiðið gongur væl, og higartil heldur tíðarætlanin og fíggjarmetingin, sigur Tóki á Steig, rakstrarleiðari fyri havnaútbyggingina, sum J&K Petersen stendur fyri.
Í síðstu viku var stór betongkista lorað niður, har endin á nýggju kaiini er. Betongksiturnar er eisini ein verja ímóti, at stóru skipini renna á brimgarðin, um tey reka út eftir.
7 fótbóltsvallir sprongdir
Eini 70 fólk arbeiða í løtuni við at víðka havnalagið í Havn.
Eini 60.000 rúmmetrar av grótið verða sprongdir á Glyvursnesi hvønn dag.
Samanlagt skal øki svarandi til 13 fótbóltsvøllir spreingjast úr Glyvursnesi, og higartil er helvtin sprongt - tað vil siga einir 7 fótbóltsvøllir.
95.000 eyka fermetrar
Við Havanútbyggingini fær Tórshavnar Havn 95.000 eyka fermetrar, og 900 metrar av eyka kaikanti.
Havnaøkið verður sostatt 124.000 fermetrar til støddar í endanum av 2019.
Soleiðis sær út á Glyvursnesi, tá sprongt verður:
Sí eisini