Minst 100 íbúðir í Venjingarskúlanum

22.02.2018 - 09:25
InnlendisSamfelag
Minst 100 íbúðir í Venjingarskúlanum
Íbúðirnar kunnu gerast 200 í tali, um bygt verður í tveimum hæddum

Venjingarskúlin á Frælsinum í Havn kann blíva til 100 ella 200 lestraríbúðir. Men tað krevur, at landið og kommunan, sum eiga skúlan, finna eitt felags stev í málinum.

Tað segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í løgtinginunm í gjár:

Tað hevði verið lætt at gjørt íbúðir í Venjingarskúlanum, tí grundarlagið kann vera tað sama sum við Kommunuskúlanum, sum nú eitur FINSEN, sigur hon.

Kommunan og landið eiga hvør sína helvt av skúlanum, og tí er neyðugt, at báðir partar eru samdir, segði landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, sum ynskir, at tómi venjingarskúlan kann gerast til lestraríbúðir, eins og FINSEN nú er.

Hoyr alt innslagið omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109