
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Hugsandi er at kvøldskúlin skal halda til í Hoydølum."
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum hevur skrivað undir avtalu við Uttanríkis- og mentamálaráðið um sínamillum býti.
Tórshavnar kommuna fær lendið við gamla studentaskúlanum í Hoydølum, umframt eitt øki í Marknagili, sum kommunan lat Fróðskaparsetrinum fyri meira enn 30 árum síðani.
Mentamálaráðið fær økið á Frælsinum, har virksemið hjá Føroya Læraraskúla og Venjingarskúlanum hevur verið. Har skal landið byggja skúlaøki - eitt kampus - til Fróðskaparsetrið.
Avtalan gongur upp fíggjarliga, sigur borgarstjórin.
Partur av avtaluni er eisini, at Fróðskaparsetrið fer úr Sjóvinnuhúsinum. Ætlanin er at savna alla fyristingina hjá Tórshavnar kommunu í Sjóvinnuhúsið, og væntandi byrjar fyrisitingin at flyta inn í Sjóvinnuhúsið fyrst í næsta ári.
Ætlanirnar við gamla studentaskúlanum eru ikki samtyktar í býráðnum, men tað er hugsandi, at kvøldskúlin skal halda til í Hoydølum.
Sí eisini