- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri Sea Shepherd fólk til Føroya
31.08.2014 - 18:05
Innlendis›Samfelag
Fleiri Sea Shepherd fólk til Føroya
Grindadrápið á Sandi í gjár hevur gjørt, at fleiri Sea Shepherd stuðlar ynskja at koma til Føroya at steðga ræðuleikunum, sigur Paul Watson, leiðari
Hóast 14 limir í hansara felagsskapið vórðu handtiknir, og halda varð lagt á tríggjar Sea Shepherd bátar, so fegnast Paul Watson um tað, ið hendi á Sandi í gjár.
Hendingin hevur givið ómetaliga nógva fjølmiðlaumrøðu, hópin av Sea Shepherd stuðlum kring allan heimin hava seinastu 12 tímarnar bjóðað seg sjálvboðið at koma til Føroya at stríðast fyri at steðga grindadrápinum, og luttøkan av servandu deildini hjá donsku sjóverjuni í gjár ger, sambært Paul Watson, at Danmark nú alment hevur luttikið í hvalaveiðu og harvið gjørt seg inn á altjóða hvala-samtyktirnar.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV