- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nets um gjaldskort: Trupulleikin er í Danmark
05.06.2014 - 15:41
Innlendis›Samfelag
Nets um gjaldskort: Trupulleikin er í Danmark
Danska fyritøkan sleppur fyribils ikki at selja nettænastur, fyrr enn trupulleikin er loystur

Orsøkin til, at eini 1.000 gjaldskort máttu stongjast í síðstu viku, liggur hjá eini danskari fyritøku - og ikki í Føroyum.
Tað sigur NETS, sum umsitur gjaldskortini hjá føroyskum og donskum peningastovnum.
NETS hevur kannað málið, og er komin til tað úrslit, at trupulleikin stavar frá eini danskari fyritøku, sum veitir tænastur til fleiri nethandlar í Danmark.
Hendan fyritøkan sleppur fyribils ikki at selja nettænastur, fyrr enn trupulleikin er loystur, sigur Søren Winge, samskiftisleiðari hjá NETS.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV