Ein søga um kærleika, hevnd, dráp, vald, føðing, lív, deyða og sorg.

Ein søga um kærleika, hevnd, dráp, vald, føðing, lív, deyða og sorg.
Tjóðpallur Føroya sýnir nýskrivaða palltónlistaverkið, Regin smiður, eftir Sunleif Rasmussen í Varpinum í Klaksvík.
23.12.2024 - 09:28

Palltónlistaverkið, Regin smiður, eftir Sunleif Rasmussen sameinir nútímans tónleik, nútímans dans, elektrónisk ljóð, opera og siðbundna føroyska kvæðamentan.

 

Regin smiður er upprunaliga eitt sokallað frásøgukvæði frá miðøld, og er ein partur av frásøgukvæðunum, Sjúrðarkvæðini. Tað finnast alskyns lagafrábrigdi, ið Sjúrðarkvæðini og Regin smiður verða kvøðin eftir. Í hesum verkinum nýtir Sunleif Rasmussen lagafrábrigdi úr ymsum pørtum av landinum. Palltónlistaverkið er í nýggju pørtum, sum allir byrja við ymsum lagafrábrigdum av niðurlagnum, og endar við tekstbrotum úr søgugongdini úr Regin smiði.

 

Verkið verður sungið av einum operasangara, Rúna Brattaberg, ið sigur sjálva søguna, meðan ein kvinnuligur og ein mannligur dansari mynda søgugongdina. Afturat teimum eru ein klaver-, ein trombon-, ein trompet og tveir slagverksleikarar á pallinum, umframt ein orkesturleiðari.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109