Politikarin flytur seg við veljaranum

Politikarin flytur seg við veljaranum
Tá veljarin flytur seg, plagar politikarin at flyta við. Tað sigur Niels Uni Dam, formaður í Demokratia, nú nærum 40 prosent av teimum uppstillaðu til kommunuvalið eru kvinnur
29.10.2024 - 19:12

Av teimum 556, sum stilla upp til kommunuvalið hesaferð, eru 337 menn og 219 kvinnur. Tað merkir, at 39 prosent av teimum uppstillaðu eru kvinnur, og harvið eru vit øgiliga nær við prosentbýtið 60-40, sum ofta verður sagt skal vera minstamarkið fyri at kunna tosa um javnstøðu.

Niels Uni Dam, formaður í Demokratia, fegnast um, at prosenttølini síggja betri út enn til kommunuvalið fyri fýra árum síðan, tá býtið var 66 prosent menn og 34 prosent kvinnur. Men hann kundi hugsað sær, at tølini vóru nærri 55-45 ella enntá 50-50.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109