- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hanus Sørensen: Ov lætt hjá mótstøðuliðunum at skora
Hanus Sørensen hevði kanska mest at gleðast um av føroysku spælarunum eftir javnleikin ímóti Lettlandi í kvøld.
Miðvallarin, sum er á veg til slovanskan fótbólt, skeyt sítt fyrsta landsliðsmál, tá hann legði Føroyar framum fimm minuttir fyri steðgin.
Men eins og liðfelagarnir mátti hann enn einaferð síggja eitt mótstøðulið javna á Tórsvølli. Tað hendi ímóti Norðurmakedónia, tað hendi tvær ferðir ímóti Armenia, og tað hendi aftur sunnukvøldið ímóti Lettlandi.
- Tað hevur verið ov lætt hjá teimum at skora í seinastuni, segði Hanus Sørensen.
- Tað skal ikki so forferdiliga nógv til. Tað er ein bóltur upp ígjøgnum síðuna, eitt innlegg og so eru tveir menn í feltinum, og vit dekka ikki ordiliga upp. Tað eru helst eini fimm, seks feilir, sum leiða til málið, men beint nú er tað í so lætt hjá teimum at skora, segði Hanus Sørensen.
Tað var Andrejs Ciganiks, sum fekk eitt sindur ov nógv pláss í vinstru síðu, og hann fann hegnisliga Dario Šits, sum ótarnaður kundi seta innleggið í netið aftanfyri ein hjálparleysan Bárð á Reynatrøð.
Føroyar royndu at svara aftur, men høvdu ilt vit at reisa seg og Lettlandi kundi farið og var í roynd og veru nærri við at fara við øllum.