Stórur skaði á Sundi: Oljutangin møguliga gerast av nýggjum

Stórur skaði á Sundi: Oljutangin møguliga gerast av nýggjum
Oljutangin, sum SEV byggir á Sundi, skal møguliga gerast av nýggjum, eftir at hann fekk stóran skaða í vikuskiftinum
16.09.2024 - 19:14

Nýggi oljutangin hjá SEV á Sundi er somikið illa farin, at alt arbeiðið møguliga skal gerast av nýggjum. Tað sigur Frimodt Rasmussen, stjóri fyri Klaksvíkar sleipistøð, sum byggir oljutangan fyri SEV. 

Hetta er ein kritisk støða, sigur hann. Seinni í vikuni koma serfrøðingar at meta um skaðan, fortelur Frimodt Rasmussen. Síðani verður greitt, um oljutangin skal umvælast ella byggjast av nýggjum. 

Um hann skal byggjast av nýggjum, so verður tað ikki fyrr enn næsta ár, sigur stjórin í KSS. 

Tangin skuldi eftir ætlan latast SEV í november í ár. Hann tekur 8.000 rúmmetrar av olju, er umleið 22 metrar í diametur og 22 metrar høgur.

Endamálið við slíkum oljutanga er m.a. at skapa veitingartrygd, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Norðuramerika
Norðuramerika