- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marius setti nýtt met í skeet
Marius Joensen skeyt seg til FM-heitið í skeet við nýggjum føroyskum meti sunnudagin.
Hann vann á liðfelaganum úr Sunda Byrsufelag, Tóri Fløtt, við 55 leirdúgum ímóti 50 í finaluumfarinum. Gamla metið var 53 leirdúgvur av 60.
- Eg fekk tvey 24-tøl innleiðandi, so tað er heilt gott, og so slerdi eg rekord nú í finaluni við at skjóta 55 av 60, so tað kann ikki verða betri, segði Marius Joensen.
Tórur Fløtt hevur havt eitt sera gott ár við millum annað einum silvurheiðursmerki í norðurlandameistarakappingini, men sunnudagin var hann næstbestur.
- Marius skjýtur ræðuliga væl í finaluni, so har var ikki nógv at gera, segði Tórur Fløtt. Jóhann Fløtt endaði á 3. plássi í kappingini.