- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey rógva aftur í Hvalba
Tey rógva aftur í Hvalba
Fyri fyrstu ferð í meir enn 20 ár er manning úr Hvalba við í FM-kappróðri. Snæbjørn er við í fimmmanaførum gentum 14-16 ár
17.06.2024 - 19:09
Í meir enn 20 ár hevur eingin kappróður verið í Hvalba.
Nú hava tey kortini mannað fimmmannafarið Snæbjørn, sum er við í genturóðrinum 14-16 ár.
- Tað hevur nógv at siga at hava eina manning úr Hvalba, segði Rúni Thomsen, sum er skrivari í Hvalbiar Sóknar Kappróðrarfelag.
Genturnar á Snæbirni endaðu aftast á norðoystevnu, og tað gjørdu tær eisini í Kollafirði, men tíðin var munandi betri. Tær róðu umleið hálvan minutt skjótari í sundalagsstevnu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV