- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kjósin skrivaði søgu
Kjósin skrivaði søgu
Genturnar umborð á Kjósini skrivaðu søgu leygardagin. Tær eru fyrsti báturin hjá KÍF-kappróðri, sum vinnur ein sundalagsstevnuróður á heimasjógvi í Kollafirði
17.06.2024 - 19:09
Genturnar á fimmmannafarinum hjá KÍF-kappróðri skrivaðu søgu á sundalagsstevnu.
Tær eru fyrsti báturin hjá KÍF-kappróðri, sum vinnur ein sundalagsstevnuróður á heimasjógvi í Kollafirði.
- Tað er ein deilig kenslu, segði Nanna Schiller av Kjósini.
Tær vunnu føroyameistaraheitið í fjør, og í ár hevur báturin eisini gingið sera væl. Tær hava vunnið báðar FM-róðrarnar higartil og ætla sær gullið í summar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV