- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur til Sumbiar við turrum báti
Tey vóru nógv, sum máttu longu leiðina heim aftur uttan at flota bátin, tá barnaróðurin var avlýstur á sundalagsstevnu leygardagin.
Grundin var, at hanafótabáturin fekk um skrúvuna, og so var einki at gera.
- Har gjørdist einki. Har var slakkur í startinum, og vit máttu taka startin upp á land og greiða hann. Tað var ein øgilig fløkja, segði Karstin í Húsinum úr KÍF-kappróðri.
Úr Sumba vóru eini 50 fólk komin á stevnuna, men genturnar á Broddi máttu tungu leiðina suður aftur við turrum báti.
- Tað er eitt sindur ergriligt. Okur høvdu ætlað, at tað skuldi ganga betur í dag enn seinast, men gott er. Soleiðis kann tað ganga, segði Esther Skyt úr Sumba.
Sumbingar ætlaðu sær kortini at hugna sær og hyggja at FM-kappróðrinum.
- Okur missa ikki mótið og koma sterk aftur mæstu ferð, segði Esther Skyt.