- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórshavn Maraton fyri tjúgundu ferð
Tórshavn Maraton fyri tjúgundu ferð
Bogi Hjalt úr Bragdinum og Lydia í Lambanum úr Roysninum vunnu stóru rennikappingina Tórshavn Maraton, sum var á skránni fyri tjúgundu ferð, hóast verkfallið órógvaði
10.06.2024 - 15:40
Verkfall legði landið lamið, men onkustaðni millum 700 og 800 runnu kortini Tórshavn Maraton, sum var á skránni fyri tjúgundu ferð.
Bogi Hjalt vann kappingina hjá monnum. Rennarin úr Bragdinum lá leingi aftan fyri liðfelagarnar, Rógva Kárason og Oliver Granhøj, men yvirhálaði báðar í síðstu kilometrunum og fór um mállinjuna við tíðini 2,51.58.
Lydia í Lambanum endurvann kappingina hjá kvinnum. Hon legði seg framum beinanvegin, varðveitti leiðsluna allar 42 kilometrarnar og kom á mál í Vágsbotni við tíðini 3,35.03.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV