- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sumbingar rógva aftur
Kann hugsast, at vit fara at síggja Sumbing í tíggjumannafarsróðrinum um ikki so nógv ár?
- Nei, tað tosi eg ikki at svara fyri, men tað hevði verið skeg. Tað hevði verið øgiliga stuttligt, tí Sumbiar kommuna er jú tríggjar lítlar bygdir, so tað er avmarkað, hvussu nógv fólk mann hevur, men 11 mans, tað átti at latið seg gjørt.
Tað segði forkvinnan í Sumbiar Ítróttafelag, Hallbera Joensen, eftir norðoyastevnuróðurin.
Og Tórður Mikkelsen hevði kanska hug at hyggja dekan ov langt fram í tíðina, tí í løtuni handlar tað um barnaróðurin hjá endurstovnaða kappróðrarfelagnum sunnast í Føroyum.
Broddur, sum rør í barnaróðrinum hjá gentum, er einasti báturin hjá Sumbiar Ítróttafelag í ár, men ætlanin er ikki at steðga har, sigur forkvinnan.