- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kappróðurin blómar í Hósvík
Kappróðurin blómar í Hósvík
Kappróðurin stendur í fagrasta blóma í Hósvík, har felagið fyllir 50 ár. Á norðoyastevnu hevði felagið sjey manningar við
03.06.2024 - 18:13
Tað hevur gingið við rúkandi ferð í Hósvíkar Róðrarfelag.
Fyri 10 árum síðan var eingin, sum róði í bygdini, men á norðoyastevnu um vikuskiftið, hevði felagið ikki færri enn sjey manningar.
Tað fortaldi Jónas Æ. Busk, sum er limur í nevndini í felagnum. Helvtin av rógvarunum eru úr Hósvík, har bert 300 fólk búgva, og hin helvtin kemur aðrastaðni frá.
- Vit eru aktiv, og royna at gera tað soleiðis, at fólk skulu tíma væl at koma til Hósvíkar at rógva, segði Jónas Æ. Busk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV