- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Her rapar tornið á Børsinum
Video: Rasmus Borðoy
Í morgun vaknaðu íbúgvar í Keypmannahavn til eina ræðuliga sjón. Eyðkendi bygningurin Børsurin stóð í ljósum loga. Og eyðkenda tornið er rapað, eins og myndirnar omanfyri vísa.
Enn er ikki greitt, hvussu ella hví eldurin kyknaði.
Í allan morgun hava sløkkiliðsfólk arbeitt við at basa eldinum og bjarga dýrabarum lutum sum eitt nú søguligum málningum út úr brennandi bygninginum. Og við góðari hjálp frá sivilfólki, sum vóru stødd á staðnum, og sum sleptu alt fyri at hjálpa til við bjargingararbeiðinum, eru eitt nú fleiri søguligir málningar bjargaðir.
Børsurin hevur verið undir umvæling, og byggipallar eru runt um bygningin.
Børsurin er ein av elstu bygningum í Keypmannahavn og liggur á Slotshólminum, í hjartanum í Keypmannahavn. Børsurin er frá ár 1625.