- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirlýsir fleiri tíggjumannafør
Høvuðsvenjarin hjá Klaksvíkar Róðrarfelag eftirlýsir fleiri tíggjumannafør í føroyskum kappróðri.
- Her sær út til, at einki hendir. Tað er eingin, sum torir at taka avbjóðingina upp, ella er tað eitthvørt í feløgunum og nevndunum, sum ikki megna uppgávuna, sigur Magnus Norðberg, sum í ár venur tvey tíggjumannafør í Klaksvíkar Róðrarfelag, Klaksvíking og Nólsoyar Páll.
Ongin 'hugnaklubbur'
Magnus Norðberg heitir á feløgini um at manna tíggjumannafør, og finst at arbeiðnum, sum nevndirnar gera.
- Hetta er ikki ein hugnaklubbur, har mann leigar neystið út til onnur endamál, sigur venjarin.
- Tað snýr seg um kappróður, og misskilir nevndin tað, so er at skifta hana út, heldur Magnus Norðberg.