- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu venja okkum at innflyta loftvegis
Skulu venja okkum at innflyta loftvegis
Tey hjá FarCargo vóna, at innflutningsfyritøkurnar í Føroyum fara at síggja møguleikan fyri loftvegis innflutningi, til dømis við frukt og grønmeti
04.03.2024 - 19:26
Hanus V. Jacobsen, stjóri í FarCargo, vóna, at føroyingar taka væl ímóti møguleikanum, ið fyrsta føroyska farmaflogfarið gevur.
"Nú er tað upp til innflutningsfyritøkurnar at gagnnýta møguleikan sum kemur av, at føroyingar hava fingið eitt farmaflogfar, ið flýgur vestur um hav við laksi."
Stjórin í FarCargo nevnir sjálvur møguleikan fyri at fáa feskari frukt og grønmeti við aftur beinleiðis til Føroya, men eisini størri eykalutir til maskinur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV