- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vivi Árnadóttir: Trý børn í finalunum
Tað var rættur finalurómur heima hjá Vivi Árnadóttir í Sandavági leygardagin.
Einasti trupulleikin var at fáa pláss fyri øllum liðnøvnunum á kjálkunum hjá bæði børnum og vaksnum.
Vivi Árnadóttir átti nevniliga børn á trimum av teimum fýra finaluliðunum, sum spældu í steypakappingini í flogbólti.
Jórun Elisdóttir Wang spælir í Drátti, meðan beiggjarnir, Jóhan Arni og Jákup Árni Elison Wang, umboðaðu hvør sítt lið í mansfinaluni; Jóhan Arni Mjølnir og Jákup Árni SÍ. Júst tað, var ein stór avbjóðing fyri mammuna.
- Teir standa hvør sínu megin netið á hvør sínum liðið. Tað ger tað serstakt, og eg veit ikki heilt, hvussu eg fari at takla tað, segði Vivi Árnadóttir.
3-2 fylgdi Vivi á finaludegnum. Sí innslagið omanfyri