AWI Boats fingið ferð á útflutningin

AWI Boats fingið ferð á útflutningin
AWI Boats í Runavík hevur veruliga fingið ferð á útflutningin av sínum bátum, og eftir stuttari tíð er talið av starvsfólkum fleirfaldað.
20.02.2024 - 19:29

Fleiri minnast myndirnar frá 1998, tá nakrir AWI bátar vórðu seldir og sigldir til Grønlands. Túrurin var drúgvur og fekk ómetaliga nógva umrøðu tá.
Síðan hetta hoyrdist ikki so nógv til arbeiðið at selja bátar til Grønalnds, hóast fleir bátar vórðu seldir. Men sølan var at kalla steðgað upp, inntil tað fyri stuttum aftur kom ferð á.

Inni í bátasmiðjuni hava tey úr at gera við at framleiða nýggjar bátar. Fyri stuttum arbeiddu eini tvey fólk við serliga at umvæla eldri bátar, men nú er talið komið upp á tólv fólk, sum serliga byggja nýggjar bátar. 
Við síðuna av liggur smiðjan UniVice, sum eigur AWI Boats, og samanlagt starvast eini 30 fólk á báðum støðum.
Og meðan eftirspurningurin økist eftir fiskibátum, so er hevur ferðavinnan heldur óvæntað eisini víst áhuga.

AWI framleiðir fyri tað mesta tríggjar støddir av bátum, og tað eru serliga tær báðar størru støddirnar, sum verða seldar sum nýbygningar. 
Í bátahylinum í Runavík liggur ein av størstu bátunum hjá AWI, AWI 39. Báturin er klárur at senda avstað til Grønlands. Hann er væl útgjørdur og hann skal bæði brúkast til línu-, garna- og krabbafiskiskap.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981