Vestmenningar struku í finaluna

Vestmenningar struku í finaluna
VÍF vann trygt á Kyndli í seinnnu hálvfinaluni í steypakappingini, sum var í Vestmanna um vikuskiftið, og tryggjaði sær pláss í steypafinaluni fyri fyrstu ferð í níggju ár
12.02.2024 - 13:48

Fagnaðurin var stórur í Vestmanna leygardagin, tá tað gjørdist greitt, at menninir hjá VÍF eru aftur í steypafinaluni.

Tað eru heili níggju ár síðan síðst.

Vestmenningar høvdu ikki stórvegis trupulleikar av Kyndli og vunnu til endans við fýra málum, 32-28, eftir hálvleiksstøðuna 16-16. Fyrra dystin vann VÍF 25-24 í Havn.

 

Høllin í Vestmanna (Faxe Kondi-kappingin)
VÍF - Kyndil, 32-28 (16-16)

Toppskjúttar, VÍF: Kristian Jensen 7, Tróndur Johnson 5, Filip Jojic 5
Toppskjúttar, Kyndil: Tobias Thisen 11, Ovi Lützen 6, David Edvardsen 4

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114