Tær grønu aftur í steypafinaluni

Tær grønu aftur í steypafinaluni
Turið Arge Samuelsen skeyt 12 mál í tryggum heimasigri hjá Kyndli á VÍF, sum sendi tær grønu í sína triðju steypafinalu á rað, har Neistin bíðar
12.02.2024 - 13:48

Turið Arge Samuelsen var stóri spælarin hjá Kyndli, tá tær grønu vunnu trygt á VÍF í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini og tryggjaðu sær grannafinalu ímóti Neistanum.

Vongurin, sum fyri tíðina spælir mest á bakkinum, skeyt 12 mál í 31-26 sigrinum í høllini á Hálsi. Kyndil vann eisini fyrru hálvfinaluna trygt, og tí var ongantíð veruligur spenningur í seinna dystinum.

Kyndil skal sostatt spæla sína triðju steypafinalu á rað. Undanfarnu árini hevur Kyndil vunnið og tapt ímóti H71, men nú verður talan um grannauppgerð. Seinast Kyndil og Neistin spældu steypafinalu var í 2017, tá Kyndil vann 26-21.

 

Høllin á Hálsi (Faxe Kondi-kappingin)
Kyndil - VÍF, 31-26 (15-12)

Toppskjúttar, Kyndil: Turið Arge Samuelsen 12, Bjarta Osberg Johansen 4, Sólja Bárðardóttir Poulsen 4, Nadja Pejovic 4
Toppskjúttar, VÍF: Fríða Nolsøe Olsen 7, Rannvá Olsen 5  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114