- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ítróttasólstrálan 2023: Altíð klár við eini hjálpandi hond
Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen er ofta at siggja í høllini í Vestmanna.
Eins og nógvir aðrir vestemenningar spælir hon hondbólt við VÍF, har hon umboðar besta liðið, 1. deild og gentur 18. Afturat hesum er hon á vestmannaliðnum hjá Havnar Fimleikafelag sum íðkari, men eisini sum venjari hjá yngri gentum.
- Eg haldi, at Gunnvá hevur alt, sum lýsir eina sólstrálu, sigur Jónvá Ellingsgaard, sum er venjari hjá HF.
- Hon er jalig, hevur nógva orku og traðkar til, har sum tað er neyðugt. Hon er ein ordiliga stór fyrimynd hjá teimum, sum hon er venjari hjá.
Klár við eini hjálpandi hond
Í føroysku ítróttafeløgunum er stórur tørvur á fólki, sum eru til reiðar við eini hjálpandi hond. Gunnvá smæðist ikki burt í so máta, fortelur Rakul Nielsen.
- Vit eru nakrar damur, sum eru í stuðulsnevndini, og tá vit mangla hjálp, spyrja vit gentur, og Gunnvá er ein, sum vit ofta spyrja. Hon sigur altíð ja, og hon kemur við einum smíli.
Hon ger ongan háva burtur úr sær, men ger eitt stórt arbeiði í felagnum, sigur venjarin í VÍF, Ingi Olsen.
- Í dag er tað vanligt, at mann vil realisera seg sjálvan. Hendan egoisman, sum vit hava, er forferdiliga stór. Kanska í so stór, men har er hon slett ikki, sigur hann.
Geri tað, tí eg havi hug
Høvuðspersónurin var bilsin, tá hon fekk boðini um, at hon var í uppskoti til Ítróttasólstráluna 2023.
Hon fegnast um, at hon kann gleða fólk. Sum Gunnvá sjálv sigur: - Eg geri tað ikki, tí eg eri noydd til tað. Eg geri tað, tí eg havi hug til tað.
Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen er í uppskoti til at verða Ítróttasólstrálan 2023, sum ÍSF letur á Ítróttafagnaðinum um vikuskiftið.
Hetta er nýggjur heiður til ung ítróttafólk undir 20 ár.