- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ítróttasólstrálan 2023: - Vit høvdu ikki kunnað verið Ára fyriuttan
Ári Fríðason Jensen telist millum bestu ungu borðtennisspælararnar í landinum.
Afturat hesum er 19 ára gamli havnarmaðurin venjari í felagnum Tór, har hann mestsum er uppvaksin við batti í hond.
- Hann ger eitt megnar arbeiði fyri borðtennisfelagið, Tór. Tað eru vit øgiliga glað fyri, og vit høvdu ikki kunna verið hann fyriuttan, sigur Hallur Thorsteinsson, venjari og spælari í Tór.
- Longu sum 17 ára gamal vísti hann serligar dygdir bæði sum venjari og persónur. Hann fekk víst álit frá felagnum og tók við tí, sigur Peter Hentze Niclasen úr Borðtennissambandinum.
Tekur borðtennis í fullum álvara
Ungi venjarin leggur nógva orku í felagið, og tekur uppgávuna í stórum álvara.
- Hann kemur altíð við stórari orku til venjing, og hann kann lyfta tempoið í rúminum upp, sigur Hallur Thorsteinsson.
- Hann gevur eitt stórt 'boost'. Hann er við av fullum huga bæði sum venjari og spælari, og tað er imponerandi av einum 19 ára gomlum, sigur eldri beiggin, Fróði Fríðason Jensen, sum eisini hevur sína dagligu gongd í Tór.
- Sum venjari skalt tú jú menna menniskju eins væl og spælarar, og tí mást tú hava nakrar eginleikar sum persónur at fara við ungum spælarum, greiðir Peter Hentze Niclasen frá.
Høvuðspersónurin sjálvur heldur ikki, at hann tekur ov nógva ábyrgd.
- Nei, als ikki. Eg havi aðrar venjarar, bæði Hall Thorsteinsson og ein hjálparvenjara, afturat mær, og eg kenni tað ikki tungt, Ikki nakað, sum eg ikki klári, sigur Ári Fríðason Jensen.
Í uppskotið til nýggjan heiður
Ári Fríðason Jensen er í uppskoti til at verða Ítróttasólstrálan 2023, sum ÍSF letur á Ítróttafagnaðinum um vikuskiftið.
Hetta er nýggjur heiður til ung ítróttafólk undir 20 ár.