Posta skiftir kós

Posta skiftir kós
Ætlanirnar hjá fyrrverandi stjóranum hjá Posta eru sleptar. Joel undir Leitinum ætlaði at felagið skuldi keypa fleiri feløg, men nú selir Posta ístaðin
26.01.2024 - 19:24

Posta hevði ætlanir um at keypa fleiri flutningsfeløg og vaksa enn meira. Men eftir stjóraskifti er henda ætlanin slept
Tað almenna Føroyar kravdu fyri nakað síðan, at almennu partafeløgini komu við eini sonevndari strategiætlan.

Talan er um Føroya Tele, Vága Floghavn, Atlantic Airways og Posta - og serliga Posta ætlar sær at spæla við vøddunum.

Tað var meðan Joel undir Leitinum var stjóri í Posta at strategiætlanin varð orðað.

Í startegiskjalinum stendur millum annað: "Fyri at logistikkparturin skal kunna vaksa meira og skjótari enn organiski vøksturin, skal tað vera fíggjarliga møguligt hjá Posta at keypa aðrar fyritøkur. Fyri at hetta kann lata seg gera, skal Posta kunna arbeiða við eginognini. Sambært viðtøkunum letur hetta seg ikki gera."

Nú er nýggj leiðsla komin og Hans Jákup Langaard er stjóri. Men nú er hon slept.

Í 2019 keypti Posta North West Chartering, sum royndi tann vegin at sleppa meira inn á flutningmarknaði í Norðurhøvum. Men nú er felagið selt
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981