Klintring skipað í menningarsamband

Klintring skipað í menningarsamband
Síðstu árini eru fleiri og fleiri føroyingar farnir at klintra - bæði uttandura og innandura - og nú er Klintrisamband Føroyar skipað sum menningarsamband undir ÍSF
17.10.2023 - 11:20

Nú er Klintrisamband Føroya skipað sum menningarsamband undir ÍSF.

Eftir aldarskiftið tók klintring seg upp sum áhugaítrótt í Føroyum, og nú eru nógv, sum dáma væl at klintra bæði uttandura og inni, og tí hevur klintring formliga limað seg inn í føroyska ítróttarheimin.

Í nevndini hjá felagnum sita Absalon Eysturoy, formaður, Theodor Kapnas og Rógvi Laksáfoss, sum sigur, at endamálið við nýggja menningarsambandinum er, at skipa og menna ítrottargreinina í Føroyum. Millum annað við at skipa fyri almennum kappingum, at útbúgva venjarar og intruktørar og at menna økið rundan um trygd í samband við Klintring.

 - Vit hildu, at tað var natúrligt fyri okkum at gerast partur av føroyska ítróttarpallinum, í staðin fyri at isolera seg og vera ein klubbur, sum eingin veit um, sigur Rógvi Laksáfoss.

Í løtuni er bert eitt klintrifelag í Føroyum. Havnar Klintrifelag heldur til í klintrihøllini í Bacalao á Vestaru bryggju, og Rógvi Laksáfoss vónar, at nýggj feløg fara at taka seg upp aðrastaðni í Føroyum.

 - Vit vóna, at vit í samstarvi við ÍSF kunnu hjálpa nýggjum feløgum upp at standa, sigur hann.

 - Tað hevði sjálvandi verið stuttligt, um mann kundi fingið eina kapping millum Havnar klintrifelag og Klaksvíkar klintrifelag ella Suðuroyar klintrifelag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856