- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin orka eftir til renningina
Tveir føroyingar luttóku í triatlon fyri menn.
Teir báðar, Magni Jóhansson Hansen og Bergtór Tórsteinsson Thomsen gjøgnumførdu, men vóru ikki heilt nøgdir við tíðirnar.
Ein ítróttargrein við trimum íróttargreinum
Tú skalt svimja, súkkla og síðani renna, um tú skalt luttaka í triatlon. Talan er um 1500 metrar í havsvimjing, 40 km á súkklu og síðani ein renniteinur á 10 km.
Væntaðu ein íðkara
Eftir ætlan skuldi Jákup Petur Eliasen eisini vera við. Fyri góðari viku síðani valdi Jákup Petur at raðfesta liðkappingina í súkkling, sum verður í morgin.
Gjøgnumførdu men ikki nøgdir
Tíðin hjá Magna var 02:20:45 og gjørdist hann harvið nr 21. Bergtór koma á mál átta minuttir seinni við tíðini 02:28:17 sum nr 27.
Teir vóru samdir um, at orkan brendi út undir renningini.
Lokalur gullvinnari
Vinnarin av Guernsey, Joshua Lewis var suverenur allan teinin og brúkti einans 01:52:40 um at svimja 1500 metur, súkkla 40 km og síðani at renna 10 km.
Fáa stutta hvíld
Magni Jóhansson Hansen og Bergtór Tórsteinsson Thomsen skulu aftur á súkkluna í morgin, tá teir saman við Jákup Peturi Eliasen fara at kappast í liðsúkkling.
Sí ein samandrátt av kappingini omanfyri.