- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: BYRTA vaknað úr dvala
VIDEO: BYRTA vaknað úr dvala
"Vak meg ei" kallast nýggja staklagið hjá føroyska poppbólkinum BYRTA, sum er vaknaður aftur úr dvala fyri at hátíðarhalda sín 10 ára stovningardag
02.06.2023 - 15:00
Fyri 10 árum komu tey við ársins útgávu, og vóru kosin ársins nýggi bólkur og ársins poppbólkur. Men seinnu árini hevur verið friðarligt.
Nú er tónleikabólkurin BYRTA vaknaður aftur úr dvala við nýggja staklagnum "Vak meg ei”.
Janus Rasmussen er onnur helvtin av BYRTA
"Vak meg ei" skilmakar 10 ára stovningardagin hjá BYRTA, sum eisini verður eitt av høvuðsnøvnunum á G! festivalinum.
Harumframt verður sjálvnevnda debutútgávan eisini útgivin sum pláta.
Guðrið Hansdóttir er hin helvtin av BYRTA
Tá BYRTA bleiv stovnaður í 2013 varð ein vangamynd gjørd av bólkinum, fyri at lýsa hendan nýggja føroyska superbólkin.
Heitið superbólkur verður brúkt um tónleikabólkar, har limir úr øðrum bólkum finna saman í ein nýggja bólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV