
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Um vikuskiftið vann hon sítt níggjunda føroyameistaraheitið.
Tað kom ikki óvart á nakran, tí síðstu nógvu árini hevur Astrið Nanly Breckmann sett stigið í føroyskum amboðsfimleiki við kvinnum.
- Fimleikur gevur mær so nógv, bæði í høllini og uttanfyri. Alt lívið snýr seg um fimleik so mátin eg livi upp á, er lagaður til fimleikin, sigur 19 ára gamli íðkarin.
- Tú hugsar nógv um, hvat tú etur og nær tú fert í song. Tað hevur ikki góða tíð at vera saman við vinum, men tað kann mann taka seinni í lívinum.
Venur nógv
Astrið Nanly Breckmann venur tvær ferðir um dagin - umleið 25 tímar um vikuna - og tekur miðnámsútbúgving sína upp á fýra ár, fyri at tað skal bera til.
Hon hevur fingið úrvalspening frá ÍSF, og tí ber til hjá henni at venja og kappast nógv.
Hugurin er góður í løtuni og nógvar kappingar liggja fyri framman, men ikki altíð hevur tað verið eins lætt at fara í venjingarbúnan.
- Alt lívið hjá mær hevur verið í høllini, og eg royndi at hava frí í tvær vikur og fann útav, at tað kundi eg slett ikki. Eg saknaði tað alt ov nógv, sigur Astrið Nanly Breckmann.
Stór mál
Í FM, sum var í FIMI, kappaðust kvinnurnar í lopið, forskotnari barr, á bita og á gólvi, og Astrið Nanly Breckmann vann sannførandi samanlagt.
Hon hevur kortini ikki tíð til at taka sær av løttum, tí nógv er á skránni í næstum.
- Vit hava DM um tvær vikur, so hava vit fimleikaoyggjaleikirnar fyrst í juli, norðurevropameistaraheitini, sum helst verða í november, og so ætli eg mær við til EM aftur næsta ár, sigur Astrið Nanly Breckmann.
Úrslit til Føroyameistaraheitini í amboðsfimleiki:
Kvinnur
1. Astrið Breckmann, HF, 46.800
2. Gunnvá Mørkøre, HF, 39.800
3. Sólja við Stein, Støkk, 33.850
Menn
1. Teitur K. í Hjøllum, HF, 63.000
2. Torleivur Christiansen, HF, 54.450
3. Bjarki í Jákupsstovu, Støkk, 45.850
Kvinnuunglingar
1. Mia Højgaard, HF, 43.250
2. Ronja Johannesen, HF, 41.800
3. Hjørdis Petursdóttir, Støkk, 30.500
Mansunglingar
1. Bjarki Johannesen, HF, 66.100
2. Bjarti Skylv Hansen, HF, 12.700