- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bogi og Beinta steðgað í fjórðingsfinalunum
Eitt sindur óvæntað var tað Bogi Isaksen, sum var besti føroyingurin, tá altjóða dartkappingarnar, Tórshavn Open og Faroe Islands Open, vóru á Glasi um vikuskiftið.
- Eg eri ótrúliga væl nøgdur. Tað er serliga stuttligt at sleppa at spæla ímóti fleiri útlendingum, staðfestir Bogi Isaksen, sum ikki venur regluliga í løtuni, men ikki fekk hildið sær, og meldaði seg til, tá møguleikin var har.
Klaksvíkingurin, sum rakk fjórðingsfinalunum bæði leygardag og sunnudag, iðraði seg kortini um, at tað ikki eydnaðist at koma í hálvfinaluna. Tað var serliga nær við leygardagin, tá hann tapti tepurt 4-3 ímóti dananum, Ivani Madsen.
- Í gjár (leygardagin, red.) spældi eg ordiliga væl - vit spældu báðir væl - og tað var ein javnur dystur. Eg hevði fleiri pílar upp á lukking, men nervøsiteturin meldaði seg til, sigur Bogi Isaksen.
- Í dag spældi eg ein fínan dyst, men hann var betri og lukkaði øgiliga væl, staðfestir klaksvíkingurin.
Favorittar fullu í ójøvnum føroyskum avriki
Jan McIntosh og Uni Árting taldust millum teirra, sum stórar vónir vóru til frammanundan, men tað eydnaðist teimum ikki at liva upp til tær.
- Um vit taka tað ordiliga positiva, so eru tað nógvir spælarar, sum annars hava ligið og lúrt, sum hava staðið seg ordiliga væl. Spælt seg í fjórðingsfinalur og vunni á sterkum útlendingum. Vit , sum vóru tippaðir at koma langt, hava kanska ikki avrikað av tí allarbesta, sigur Uni Árting úr Tórshavnar Dartfelag.
- Men Jan møtti vinnaranum frá í fjør í dag (sunnudagin, red.), og hann spældi heilt ótrúliga væl. Næstan 100 stig í miðal, greiðir Uni Árting frá.
Beinta Joensen besta føroyska kvinnan
Hjá kvinnum var tað verandi føroyameistarin, Beinta Joensen, sum stóð seg best. Hon rakk fjórðingsfinalunum leygardagin og áttandapartsfinalunum sunnudagin.
- Tað hevur gingið ordiliga gott, men eg møtti bara øgiliga stórum leikarum, sum eru langt omanfyri okkum. Eg skoraði væl, men hin var tað betri kortini, sigur tvífaldi føroyameistarin.
Sviarnir, Bjørn Lejon og Edwin Torbjørnsson, vunnu Open kappingarnar hjá monnum, meðan Maud Jansson og Anna Forsmark, sum eisini eru úr Svøríki, vunnu hjá kvinnunum.